Mansliðið hjá Mjølnir hevur spælt fyrra dystin móti Reshetylika úr Ukraina í CEV Challenge Cup í Badmintonhøllini í Klaksvík.
Mjølnir legði hart út og vann fyrsta sett 25-22. Reshetylika fótaði sær tó og vann trý tey næstu settini 25-19, 25-13 og 25-17.
Reshetylika var risastórur favorittur undan dystinum, og tí er tað megnar avrik hjá Mjølni at vinna eitt sett móti so sterkum liði.
Mjølnir og Reshetylika spæla seinna dystin í Badmintonhøllini í Klaksvík í annaðkvøld klokkan 19. Í kvøld átti Reshetylika - tekniskt - heimavøll, og í annaðkvøld er Mjølnir - tekniskt - heimalið.