Claus Martin í Grund stillar upp fyri Sjálvtýrisflokkin

 

 

 

 

Claus Martin í Grund er 33 ár og býr á Toftum. Claus er faðir at tveimum børnum.

 

 

 

Claus var sjómaður frá ár 2006 og fram til ár 2013, tá hann legðist upp á land at koyra lastbil. Hann hevur koyrt lastbil síðani og lokið HF-prógv.

 

 

 

Claus er uppaldur hjá einum pápa, sum hevur verið í løgtingi og landsstýri, og sum altíð hevur brent fyri politikki. Hetta hevur ávirkað Claus, sum altíð hevur funnið íblástur í politikkinum hjá Sjálvstýri.

 

 

 

Sjálvur hevur Claus hesi hjartamálini:

 

 

 

1. At uppraðfesta psykiatriina

 

 

 

2. At lesandi kunna arbeiða óavmarkað uttan mótrokning

 

 

 

3. At betra um rættindir hjá pápum, sum hava børn, ið eru fødd fyri 1. januar 2023, tá lóg um felags foreldramyndugleika kemur í gildi.

 

 

 

Vit fegnast um, at Claus stillar upp fyri Sjálvstýrisflokkin