Tað verður Dan Brimsvík, sum verður nýggjur venjari í Vágum. Fyrr í kvøld boðaði 07 Vestur frá, at norski venjarin Steffen Lundro og 07 Vestur fara hvør til sítt.
07 Vestur hevur ikki enn boðað frá, hvør verður nýggjur venjari í Vágum, men álítandi keldur har vesturi vita at siga, at tað verður Dan Brimsvík, sum verður nýggjur venjari hjá 07 Vestur. Dan Brimsvík var inntil fyri trimum vikum síðani høvuðsvenjari í B36.
Setningurin hjá Dan Brimsvík í 07 Vestur verður at styrkja um lokala samleikan á liðnum. Felagið skrivaði soleiðis í tíðindaskrivi fyrr í kvøld um orsøkina til, at tað er neyðugt at skifta venjara:
Avgerðin hevur onki við úrslitini hjá besta liðnum at gera, men er ein spurningur um í hvønn rætning felagið skal fara komandi tíðina.
Tað er ongin loyna at 07 Vestur hevur lagt nógv fyri í ungdómsarbeiðnum seinastu sløku 10 árini.
-Úrslitini av hesari íløguni ynskja vit at síggja á besta liðnum komandi árini og tað her at áhugamálini hjá felagnum og Steffen ikki samsvara heilt, sigur Jens Kristian Haraldsen formaður í 07 Vestur, sum harmast um at samstarvið ikki eydnaðist betur.
Hettar samsvarar ikki við málsetningin hjá felagnum, sum er at varðveita plássið í Betri deildini, samstundis sum menningin av okkara ungu leikarum verður sett í fremstu røð, sigur nevndin í felagnum. Tí er neyðugt at taka hettar stig nú, so meira fokus kemur á menningina komandi tíðina.
07 Vestur takkar Steffen fyri samstarvið og ynskir honum blíðan byr framyvir, skrivar 07 Vestur.
Tá ið 07 Vestur í kvøld vann 2-1 á Skála, vóru tað fýra føroyskir spælarar millum teir fyrstu ellivu.
Næsti dystur hjá 07 Vestur verður sunnudagin á heimavølli ímóti ÍF.