Rentulækkingin kemur í gildi í morgin, tá verður hon lækkað við 0,25 prosentstigum eins og ECB. Rentufallið fer at ávirka føroyingar, sum hava húsalán.
Hetta er aðru ferð í ár, at Tjóðbankin lækkar rentuna.
- Tað er eitt lítið stig, men tað er helst ikki tað seinasta vit síggja í ár, sigur Jeppe Juul Borre, leiðandi búskaparfrøðingur í Arbejdernes Landsbank við TV2.
Rentulækkingin kemst av, at inflatiónin er minkað nógv seinastu tíðina, sigur hann.
- Tí er tað deiligt at síggja, at rentulækking er á skránni, sigur Jeppe Juul Borre.
Fallið í rentuni fer at merkja føroyingar, sum hava húsalán við skiftandi rentu. Men tað er ikki einstaka rentulækkingin, sum ger munin. Hyggja vit eftir fimm til seks av teimum næstu árini, so er tað knappliga nakað, sum kann merkjast, sigur hann.
- Eg vænti, at í USA fara vit at síggja rentulækkingar longu í næstu viku, sigur Jeppe Juul Borre.