Á donskum er hetta eitt orðatak, ið eg haldi er sera rámandi fyri eina av størstu alheimskreppunum í søguni. Eyðvitað er talan um veðurlagskreppuna, ið herjar, meðan heimsins politikarar nærum einans hyggja at.
Okkurt MÁ henda, og vit mugu øll, tú og eg, góðtaka, at tað fer at kosta. Ikki einans fíggjarliga, men eisini, hvussu vit liva okkara lív, og hvussu vit innrætta okkara gerandisdag.
Um vit veruliga meina tað og vilja gera mun, mugu vit eisini taka tær torføru – men neyðugu – politisku avgerðirnar. Nokk er tosað og nóg nógvar frágreiðingar eru skrivaðar. Tað er nú ella aldrin, at politikarar mugu vakna og hyggja út gjøgnum vindeygað úr torninum, teir hava sitið í alt ov leingi. Tá summi siga, at Føroyar eru so lítlar, at vit ongan mun kunnu gera, er tað heilt einfalt ikki rætt. Vit kunnu øll gera okkara, vit kunnu vera fyrimyndir, og vit kunnu trýsta onnur lond.
Tað er ikki longur ein spurningur um, nær vit fara at føla veðurlagsbroytingarnar - tað gera vit longu. Vit síggja longu veðurlagsflóttar, og vit síggja longu náttúravanlukkur sum ongantíð áður.
Vit eru har nú!
Tí er tað eisini NÚ, at vit skulu hava eina veðurlagslóg!
Laura Apol,
valevni fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið.