Deyðsvanlukka í Leirvík

Ein maður, sum gró við einari maskinu, lá partvís kleimdur undir maskinuni, tá fólk komu á staðið.

 

Beint fyri klokkan 20 í gjárkvøldið fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein vanlukka var hend einar 200 metrar frá vegnum, sum gongur út á Hagaleiti í Leirvík.

 

- Tá maðurin, sum arbeiddi í maskinuni, ikki svaraði, tá fólk ringdu til hansara, varð farið á staðið, og her vísti tað seg, at maskinan var koppað, og at maðurin partvís var kleimdur undir maskinuni.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tann, sum fyrst kom á staðið, staðfesti, at maðurin hevði ongan puls.

 

- Øll tilbúgvingin varð sett í verk, men tað eydnaðist ikki at bjarga lívinum á manninum, sum var miðskeiðis í 50-unum, visti vaktleiðarin hjá løgregluni at siga í morgun.

 

Løgreglan sigur, at eingi vitni vóru til hendingina, tí maðurin var einsamallur um hesar leiðir, men í slíkum førum verður altíð líkskoðan gjørd.

 

- Vit vita tískil heldur ikki, nær vanlukkan er hend, men arbeiðseftirlitið fer at kanna málið, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.