Dýrabara vælferðin!

Ongantíð ynskja vit so brennandi at fáa tað fjálga og stuðlandi umhvørvið at vera um okkum, sum tá vit liggja lágt, ella eru lítil og óhjálpin.


Uppvaksin í einum heimi, har tvey gomul og rættiliga óhjálpin fólk búðu inni, veit eg hvussu nógv tað krevur av røkt, umsorgan og kærleika, tá tyngstu dagarnir skulu skapast til virðismikið lív.


Útbúgvingin sum fysioterapeutur, hevur sjálvsagt ikki gjørt fatanarevnini um hesi menniskju verri.


Og júst tað at skapa virðismikið lív, er kjarnan í at vera um tey, sum ikki so væl megna tað sjálvi.


Her kemur sanna virðið í heitu hondunum til sjóndar, tí tær eru nógv meira enn heitar hendur. Tær er úrslitið og amboðið, sum flytir eina stuðlandi og hjálpandi menniskjaáskoðan út í veruleikan.


Hjá smæstu børnunum. Hjá teimum við serligum avbjóðingum. Og hjá okkara eldru borgarum.


Ein tann fagrasti menniskjaeginleiki eitt fólk kann rúma, er at seta næstans tørv, fram um sín egna.


Vit hava tíbetur eina rúgvu av hesum professionellu tænastuveitarunum í Føroyum í dag. 


Sjúkrarøktarfrøðingar. Námsfrøðingar. Fysioterapeutar. Ergoterapeutar. Heilsufrøðingar. 

Heilsurøktarar.

Heilsuhjálparar. 

Hjálparfólk.

Sjúkraflutningsfólk. 

Læknar.


Fólk sum dag og dagliga bara hava sum uppgávu at skapa virðismikið lív í gerandisdegnum hjá øðrum.


Vit eiga at vera serstakliga takksom, bæði sum næstar, og sum samfelag, fyri hesi vælgerðarfólk.


Felags fyri tey øll er, at stríðið fyri egnum lønarviðurskiftum og egnum arbeiðskorum, av menniskjaávum, ikki stendur mát við tað virðið tey hava fyri sárbæru borgarar okkara, og fyri samfelagið.


Tíðin er komin til at polittiska skipanin ásannar og virðismetur teirra dagliga stríð og gevur teimum eitt veruligt lyft. 


Tey skulu fáa væl betri løn, og betri arbeiðsumstøður.


Set krossin á trygga grund.


Páll á Reynatúgvu,

Løgtingsmaður,

Tjóðveldi