Tá samgonguskjalið varð undirskrivað 14. september í fjør, stóð at lesa undir brotinum um mentan, at skipanin við mentanar- og listastuðli skal endurmetast. Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, segði við Sosialin í oktober mánaði í fjør, at arbeiðið var so smátt farið í gongd, og at hann hevði biðið embætisverk sítt um eina frágreiðing um skipanirnar við listastuðli.
– Har eru so nógvar skipanir, og eg vil gjarna hava innlit í allar skipanirnar. At fáa lýst, um tær virka eftir ætlan og um vit fáa tað burturúr, sum vit eiga at fáa burturúr, so at siga, segði Jenis av Rana í oktober í fjør.
Í stuttari samrøðu við Sosialin sigur landsstýrismaðurin nú, at arbeiðið við endurmetingini av listastuðlinum er í gongd, men at tað er rættiliga rúgvismikið í vavi, og tí verður ein løta enn, áðrenn nakað úrslit fyriliggur.
– Stutt og greitt so fundast vit um tað, men tað tekur eina evigheit at koma ígjøgnum, tí tað er eitt nógv størri øki, enn vit høvdu væntað, sigur Jenis av Rana.
Talan er eftir øllum at døma ikki bert um listafólkalønirnar, starvslønirnar og íverksetarastuðulin, ið Mentanargrunnur landsins hevur til uppgávu at luta út, men um eina høvuðseftirmeting av stuðli innan mentanarøkið yvirhøvur.
– Mentanarvirðislønirnar eru við eisini. Hetta er øgiliga fløkt, og tað var eisini tað, sum eg hevði varhugan av. Tí setti eg hetta í gongd. Av tí sama tekur hetta eisini langa tíð, og tað treingir til at verða ruddað upp í tí, men tað fer at taka eina løtu aftrat, sigur Jenis av Rana.
Jenis av Rana vísir á mentanarvirðislønir landsins sum dømi um, hví tað er neyðugt at rudda upp í samlaða mentanar- og listastuðlinum, ið tað almenna veitir.
– Tann nevndin, sum instillar, hevði framt tað, sum eg kalli sjálvtekt. Hon hevði tikið ræðið á teirri virðislønini, sum hon einki hevði við at gera. Hon var enn tá farin at instilla og reserverað hana til tey ungu, og tað var eingin heimild til tað, sigur Jenis av Rana og sipar til serstøku virðisløn landsins, sum síðan 2011 hevur verið latin ungum listafólki.
Frammanundan hevði virðislønin tvær ferðir verið latin sum serstøk virðisløn; til Ebbu Hentze í 2001 og Jón Hilmar Magnusson í 2006, umframt at Jóhan Hendrik Winther Poulsen fekk málrøktarvirðisløn landsins í 2010.
Í 2011 varð kunngjørt, at táverandi landsstýrismaður í mentamálum, Bjørn Kalsø, eftir tilmæli frá tilmælisnevndini valdi at lata virðislønina til ungt listafólk. Virðislønin varð síðani latin ungum listafólki, til Jenis av Rana í januar í ár valdi at lata virðislønina fyri 2019 sum serstaka virðisløn til forlagið Leirkeri í Gøtu.
– Tað er ein serstøk virðisløn, sum landsstýrismaðurin sjálvur kann - ella ikki - geva. Og hon varð bara latin í 2001, 2006 og 2010. Eingin veit at siga, hví hon knappliga varð latin á hvørjum ári, og hví hon skuldi kallast virðisløn til ung. Og hendan nevndin, sum instillar til hinar báðar virðislønirnar [Mentanarvirðisløn landsins og Heiðursgáva landsins, red.], fer bara brádliga at instilla til hesa virðislønina, sigur Jenis av Rana.
Eingin arbeiðsbólkur sum so er settur at arbeiða við samlaðu eftirmetingini, men landsstýrismaðurin ger eftirmetingina saman við embætisfólkum á mentamálaráðnum.