Eg eiti Jórun Pólsdóttir og stilli upp fyri Miðflokkin til Løgtingsvalið 8. desembur. Eg búgvi í Fuglafirði, eri 32 ára gomul, eri gift og mamma. Eg eri útbúgvin lívfrøðingur, og umframt at hava arbeitt sum lívfrøðingur síðstu árini, havi eg nýliga latið føroyskt fuglabókaverk úr hondum.
Kristna trúgvin er ein førningur, eg havi fingið við mær frá barni av, og er tað virðisgrundarlag, eg byggi á. Eg havi frá barni av og alt vaksna lívið verið virkin í samkomuhøpi, serliga við tónleiki og sangi. Eg havi stóran alsk til tónleik, list, náttúru og føroyskt mál og mentan.
Og eg havi tikið við tí áliti, sum er víst mær, at stilla upp til Løgtingsval. Hetta er ein stór uppgáva, men eg haldi, at eg kann gera mun, til gagns fyri okkara fólk. Føroyar eru eitt ríkt land, og vit eiga at vera før fyri at verja og hjálpa teimum veikastu. Hetta er mítt aðalmál!
Lyftini upp undir eitt val eru mong. Men mítt fremsta vallyfti skal ljóða, at verði eg vald inn á Løgting, vil eg seta meg gjølla inn í tey mál, ið skulu viðgerast, og við nærlagni og ídni arbeiða fyri tí, ið eg haldi vera rætt og gott.
Komandi dagarnar fari eg at leggja greinar út her á síðuni, og umrøða hvørji mál liggja mær á hjarta.