Eg og míni hjartamál

Verði eg vald á Løgting, fari eg at arbeiða fyri hesum hjartamálum:

 

 

 

- Okkara dýrabarasta tilfeingi, sum eru okkara børn og ungdómur, skulu trívast og hava tað gott í Føroyum. Fleiri námsfrøðingar og sálarfrøðingar skulu til økið!

 

 

 

- Starvsfólk innan heilsu- og røktarøkið skulu fáa ein frádrátt, sum gevur teimum 10.000 kr. tøkar pengar árliga

 

 

 

- Ein rehabiliteringstovnur og eitt hospice skal setast á stovn.

 

 

 

- Eldri borgarin, sum hevur bygt okkara land, skal virðast - og somuleiðis teirra avvarðandi. Avvarðandi, sum er størsta hjálpin hjá sínum kæru, mugu ikki brenna út, orsakað av einum stirvnum systemi - tí skal systemið endurskoðast!

 

 

 

- Viðgerðartrygd og umsorganartrygd

 

 

 

- Lesandi skulu hava hægri lestrarstuðul

 

 

 

- Barsilsútgjaldið skal hækkað við 2.000 kr. fyri hvørt barn

 

 

 

- Pensjónistar skulu kunna arbeiða uttan at fáa tað mótroknað í teirra pensjón

 

 

 

- Fleiri almannagagnligir bygningar skulu byggjast

 

 

 

Petrina Berg á Lag

 

valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið