Egyptaland ávarar um ísraelsku álopini á Rafah

Í samrøðuni við amerikanska uttanríkisráðharran legði eyptiski uttanríkisráðharrin dent á tørvin av neyðhjálp í Gazageiranum.

Ein palestini við leivdirnar av einum ísraelskum álopi á ein íbúðarbygning í Rafah har suðuri í Gazageiranum.

Tað er stórur trygdarvandi knýttur at ísraelsku hernaðarátøkunum í býnum, Rafah.

 

Tað sigur egyptiski uttanríkisráðharrin, Sameh Shoukry, í samrøðu við amerikanska uttanríkisráðharran, Antony Blinken.

 

Í samrøðuni legði eyptiski uttanríkisráðharrin eisini dent á tørvin av neyðhjálp í Gazageiranum.

 

Sameh Shoukry og Antony Blinken umrøddu eisini avleiðingarnar av, at Ísrael nú hevur eftirlitið við palestinsku síðunu av marknaeftirlitinum við Rafah.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í dag.

 

 

 

 

 

Ein palestini við leivdirnar av einum ísraelskum álopi á ein íbúðarbygning í Rafah har suðuri í Gazageiranum.