EH Aalborg tapti tepurt á útivølli

Liðið hjá Anniku F. Petersen og Lív S. Poulsen liggur á einum ellinta plássi

Landsliðsleikararnir, Annika F. Petersen og Lív S. Poulsen spældu í dag dyst á útivølli í bestu donsku hondbóltsdeildini móti Skanderborg, ið framvegis ikki hevur Súnu K. Hansen tøka.

 

Skanderborg vann dystin 32-30. Í steðginum var heimaliðið 16-13. 

 

Lív skoraði tvey mál og legði upp til tvey mál. Johanne Graugaard vardi málið hjá EH Aalborg størra partin av dystinum. Annika bjargaði tveimum av 11 málroyndum tá hon vardi málið hjá liðnum.

 

EH Aalborg er nummar 11 í deildini við fýra stigum. Skanderborg er á einum áttanda plássi við fimm stigum.

 

Í morgin klokkan 15 taka Rakul S. Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing móti Bjerringbro. Í annaðkvøld klokkan 19 hava Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens heimadyst móti verandi meistarunum, Esbjerg.