Ein eldsál er sløknað

Minningarorð um Guttorm Sørensen

Leygardagin bórust boð um, at Guttorm Sørensen, ella betur kendur sum Gutti, var sløknaður bert 52 ára gamal. Gutti hevur altíð verið ein stríðsmaður, og hevur hann kempað líka til tað síðsta. Hóast sjúkan hesa seinastu tíðina hevur merkt Gutta, so var hansara eldhugi so ljóslivandi.

 

Gutti var álitismaður, og hevur hann lagt eitt ótal av varðum eftir seg. Men tað, sum hann einamest brendi fyri, var frælsi ítrótturin í Føroyum, og so sjálvandi hansara egna hjartabarn Ítóttarfelagið Treysti, sum hann var við til at stovna og síðani endurstovna, tá hann kom heim aftur til Føroya eftir lokna útbúgving í Danmark.

 

Líka síðani Treysti var endurstovnað, hevur Gutti staðið á odda fyri at ment Treysti til eitt av stóru feløgunum í Klaksvík, ein sonn sólskinssøga. Eitt felag, sum hóast ikki so nógv ár á baki, kann vísa á eina ríka søgu. Seinasta stóra takið, Gutti var partur av, var at fáa okkum í Klaksvík eina rennibreyt. Hetta er eitt arbeiði, sum nú ber frukt, heilt sikkurt einamest, tí Gutti við sínum treiskni hevur virkað fyri, at rennibreytin kann gerast veruleiki. Vit harmast, at tú ikki megnaði at uppliva, at breytin bleiv tikin í nýtslu. Vit fara inniliga at heita á avvarðandi myndugleika um, at breytin verður uppkallað eftir tær.

 

Mangan hevur verið sagt, at einki Treysti uttan Gutta. Gutti, tú vart ímyndin av felagnum, tú var Mr. Treysti, men ongantíð var tú formaður felagsins. Tú var nógv snildari enn so. Vit í Treysti hava mist eldsálina, sum brendi líka inntil hon sløknaði leygardagin. Frælsur ítróttur í Føroyum hevur mist ein vita, sum hevur víst vegin, og verið við til at ment ítróttina til tað, hon er í dag.

 

Tað verður torført at fylla tað plássið, tú hevur havt her í okkara felag, men sum yndissangarin hjá tær syngur, The Show Must Go On. Tú hevur ment Treysti til eitt sunt og gott felag, og vit taka nú stafettina og bera hana víðari. Tú kemur altíð at verða okkara fyrimynd.

 

Góðu tit, Ingun, Jan Elmar og Kamilla, størstur verður saknurin hjá tykkum, má Harrin styrkja tykkum í komandi tíðum.

 

Æra verið minnið um eldsálina Guttorm Sørensen.

 

Ítróttarfelagið Treysti