Í seinastuni hevur nógv verið at hoyrt um vegin millum Fuglafjørð og Gøtu, sum kann sigast at vera í sera ringum skørum. Hóast hann júst er lappaður, er vegurin somikið niðurslitin, at tað neyvan hevði komið óvart á, um neyðugt var at gera allan vegin av nýggjum. Um so er, er tað kostnaðarmikið, men hetta kann skjótt verða avleiðingin, tá ið vegir ikki vera hildnir við líka.
Soleiðis er eisini við bygningum.
Tað tykist ikki at vera serliga áhugavert hjá politikarum at brúka pengar uppá umvalingar, viðlíkahald og dagføring av landsins ognum. Hetta er nakað, sum ikki hevur verið serliga væl røkt yvir fleiri samgongur. Heldur enn at dagføra og viðlíkahalda tað, sum vit eiga, tykist tað at vera meira áhugavert at byggja nýtt.
Um bygningar ikki vera hildnir við líka, fella teir í órøkt, og hetta hevur stóra ávirkan á livitíðina hjá bygninginum. Við tíðini økir tað eisini um tørvin at gera umfevnandi umvalingar ella enntá at byggja nýtt. Men ábyrgdin at viðlíkahalda landsins ognir hvílir á einum stovni, Landsverki, sum í dag fær sína játtan á fíggjarlógini. Arbeiðið hjá Landsverki avhongur tí av politiskum vilja, og tað er her, at nóg nógvir pengar sjáldan vera játtaðir.
Ein felags dagføringar- og viðlíkahaldsskipan
Um allir almennir stovnar, sum húsast í almennum bygningum, gjalda leigu til ein felagsgrunn, har hvør króna er oyramerkt til viðlíkahald og dagføringar av bygningum, verður tað lættari at tryggja sær, at tað verður farið væl um hesar ognir. Hetta kundi eisini verið ein máti, ið kundi skunda undir grøna orkuskiftið, eitt nú við bjálving og grønari orkukeldur. Her eru landsins bygningar tíverri nógv afturúrsigldir
Um almennu stovnanir á hendan hátt leigaðu frá sær sjálvum, so hevði viðlíkahald og tílíkt verið roknað sum partur av rakstrinum. Tað er ikki meira enn rímiligt.
Tí eiga vit at seta á stovn ein felagsgrunn til dagføringar og viðlíkahald.
Terji Beder
Valevni fyri Javnaðarflokkin