Sambært ST-leiðaranum fyri neyðhjálp, Martin Griffiths, bendir alt á, at ein ísraelsk innrás í býin, Rafah har suðuri í Gazageiranum er nær.
- Gaza kann brynja seg til enn størri líðingar og neyð, sigur hann í kvøld.
Fyrr í dag segði ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, avgjørdur, at Ísrael fer inn í býin Rafah við hermegi - við ella uttan avtalu um vápnahvíld og gíslar.
Martin Griffiths kom eisini við einari staðiligari áheitan um at fáa meira neyðhjálp inn í krígsherjaða økið, veit tíðindastovan NTB at siga í kvøld.
- Vit eru í einari kapprenning móti hungri og deyða, og vit tapa, segði ST-leiðarin fyri neyðhjálp.
Fleiri lond hava heitt á Ísrael um ikki at fara inn í býin, Rafah, við hermegi. Býurin liggur har suðuri í Gazageiranum, nærindis markinum til Egyptaland.
Ein hópur av fólki er í býnum, sum eru flýdd undan ísraeskum álopum aðrastaðni í Gazageiranum, síðan Ísrael leyp á Hamas fyri hálvum ári síðan.
Hamas hevur framvegis ikki latið ísraelsku gíslarnar leysar, sum vórðu tiknir í Ísrael hin 7. oktober, tá Hamas leyp á Ísrael.