Eftir at hava fingið eina fráboðan í morgun um, at arbeitt varð á einum byggiplássi í Havn, fór løgreglan á staðið at tosa við arbeiðsformannin.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn visti í morgun at siga, at arbeiðsmenninir høvdu gloymt, at tað ikki bara er mánadagur í dag, men eisini 2. hvítusunnudagur.
2. hvítusunnudagur er heiligdagur, og tá er halgidagslógin galdandi.
- Arbeiðsformaðurin umbar seg og segði, at teir høvdu gloymt, at tað er heiligdagur í dag, og teir góvust beinanvegin at arbeiða, visti løgreglan at siga í morgun.