Ein kuvøsa slóknar í Gasa

Í minsta lagi 17 børn eru nú deyð av hungri í Gasa, tí ísraelska verjan blokkerar neyðhjálp.

Omanfyri 17.000 børn ganga á fremmandar dyr og leita eftir sínum foreldrum, sum eru dripin.

Og tvífalt so nógv foreldur hava mist eitt ella fleiri av sínum børnum.

31.000 eru nú dripin. 70% av teimum kvinnur og børn.

Sjúk ella ov tíðliga fødd børn enda í kuvøsum. Teirra andadráttur javnvigar á einum fínum trái, sum ísraelska verjan til ein og hvørja tíð kann klippa, tá hon loypir á el- og brennievnisveitingarnar.

Mammur, sum ikki vita síni livandi ráð, geva børnum sínum rossafóður.

Um somu tíð er taktin á álopunum og burturrekanini av sivilium palestinum á vestara áarbakka exploderað. Við úttrykkiligum stuðli frá ísraelsku stjórnini.

Vit svørja trúskap til okkara sameinda vestanfyri, sum útflýggjar neyðugu presisjónsmissilirnar til at bumba smábørn.

Og so sigur onkur, at hetta er komplicerað og samansett. Landsstýrið sigur einki. Og Kringvarpið, sum so dúgliga ringdi til sendimann okkara í Ísrael aftan á 7. oktobur, hevur ikki ringt aftur at spyrja, nær eitt kríggj endar og eitt fólkamorð byrjar.

Hvussu leingi skulu tey bíða, áðrenn ein riva sæst í glansbílætaspegilsmynd okkara?

 

 

 

Jóan Pauli Dahl Jakobsen