Í hesi villareiðatíð ið kemur at raka okkara almenna geira viðv sparingum komandi tíðina, eiga íløgurnar í útbúnað at samantvinnast meira stovnana millum har tað eg møguligt, áðrenn almenni starvsfólkahópurin og teirra familjur vera raktar ov hart av sparingum.
Eitt nú kunnu tey akfør hjá almennum / kommunalum stovnum sum einans verða nýtt til flutning av starvsfólkum til fundir/ørindir, at vera tikin upp til eina felags umhugsan hjá øllum almennum stovnum.
Fleiri vita jú, at júst hesi stovnsakfør kunnu verða upptikin í rúma tíð av bert tí eina fundinum/ørindinum hjá einstaka starvsfelaganum. Og setur hetta tí sínar avmarkingar fyri fullari úrtøku av hesi íløgu, eins og rakstrarnyttuna av ávísa akfari hjá viðkomandi stovni.
Við hesum meini eg, at hesin flutningstørvur skuldi verið endurskoðaður, soleiðis at meira kann fáast fyri íløguna av øllum teimum ymisku almennu ørindaakførunum. So at vit yvir tíð fóru at hugsað meira um at sameina allan tann almenna starvsliga flutningstørvin.
Her meini eg at ein felags almenn/kommunal KT-skipan skuldi verið ment saman við hýruvognunum í Tórshavnar kommunu, sum framyvir skuldu loyst hendan flutningstørv. Har tíð, heintan og avsetan var samskipa fyri allar almennar stovnar. Og har ein felags almenn nýtsla av somu akførum var endamálið, við eini felags minni stovns skuldarskrivan vegna teirra ið flutt verða.
Hetta vildi sjálvand ávirka bilasølurnar nakað, við eini minni sølu av nýggjum ørindaakførum til hesar somu almennu stovnar. Tó at verandi hýruvognatal í býnum vildi verið økt munandi, sum eitt plástur á sárið bilasølunar.
Bogi í Gil