Teir, sum eiga smátturnar, eru brøðurnir, Jákup Suni og Trøndur Lauritsen. Smátturnar eru bygdar á verkstaðnum hjá Jákupi Suna og eru síðan settar upp í Gásadali. Mynd: Álvur Haraldsen.

Ein nýggjur býlingur í Gásadali 

Í Gásadali hevur Gásadalsgarður veitingar, og her eru íbúðirnar hjá Una Joensen. Í hugnaliga umhvørvinum í dalinum eru eisini tær seks smátturnar, sum Sp/f Múlin eigur og rekur

 

Teir, sum eiga smátturnar, eru brøðurnir, Jákup Suni og Trøndur Lauritsen. Smátturnar eru bygdar á verkstaðnum hjá Jákupi Suna og eru síðan settar upp í Gásadali. Mynd: Álvur Haraldsen.

Í Gásadali hevur líka sum ein nýggjur og snøggur býlingur stungið seg upp seinnu árini, og hetta eru tær seks hugnaligu smátturnar, sum Sp/f Múlin hevur bygt. Teir, sum eiga felagið, eru brøðurnir, Jákup Suni og Trøndur Lauritsen. 

 

Jákup Suni er tekniskur leiðari í Sørvágs kommunu, og tað hevur hann verið síðan hin 1. september í fjør, og Trøndur siglir sum maskinmeistari við flakatrolaranum, Gadusi.

Jákup Suni er byggifrøðingur og hevur verkstað.

 

Tað er her á verkstaðnum, at smátturnar eru bygdar og síðan settar upp í Gásadali.

 

Tað eru tvær støddir av smáttum, harav tær smærru hava eina gólvvídd á umleið 35 fermetrar, umframt loft, og tær størru smátturnar hava eina gólvvídd á 47 fermetrar, umframt loft.

 

Men, samlaða verkætlanin hjá Sp/f Múlanum er nógv størri enn hesar seks smátturnar. Í ætlaðu verkætlanini eru einar 40 smáttur – kanska fleiri – og tær eru longu teknaðar inn á lendið. Byggisamtyktin fyri økið sigur, at frítíðarhús kunnu byggjast á øllum lendinum.

 

Tá bygt verður sambært galdandi byggisamtykt og fyriliggjandi ætlan fæst eisini byggiloyvi til smátturnar, sum enn ikki eru bygdar.

 

- Nú hava vit í fyrsta umfari bygt hesar seks smátturnar, og eg vænti, at nú verður ein lítil steðgur. Men, ætlanin er, sum frá líður, at byggja fleiri smáttur aftrat í sama øki, sigur Jákup Suni Lauritsen.

 

Hann vísir á, at síðan tær fyrstu smátturnar komu upp, hevur stórur eftirspurningur verið eftir at leiga tær, og tað er serliga millum útlendsk ferðafólk, sum oftast bíleggja í góðari tíð, at eftirspurningurin er stórur. 

 

- Vit hava fingið nógvar bíleggingar, og longu higartil í ár hava fólk verið í fleiri av smáttunum, og tað hava eisini verið dagar, har fleiri smáttur hava verið upptiknar í senn. So, fólk eru tíðliga á veg, heldur Jákup Suni Lauritsen fyri.

 

Hann leggur aftrat, at tað er ein spennandi tíð, sum liggur fyri framman, og tey hava góðar vónir um, at allar smátturnar fara at verða útleigaðar ein stóran part av háárstíðini.

 

Gásadalur er ein spennandi og forvitnislig bygd at vitja. Her er eisini Gásadalsgarður, sum hevur ymiskar veitingar til ferðavinnuna, og her eru íbúðirnar, sum Uni Joensen eigur og leigar út. 

 

##med2##

 

 

Teir, sum eiga smátturnar, eru brøðurnir, Jákup Suni og Trøndur Lauritsen. Smátturnar eru bygdar á verkstaðnum hjá Jákupi Suna og eru síðan settar upp í Gásadali. Mynd: Álvur Haraldsen.

Gásadalsgarður hevur veitingar til ferðavinnuna og verður væl vitjaður. Mynd: Álvur Haraldsen