Um tað ikki var fyri ein, sum koyrdi fullur í Havn í nátt, so var ikki nógv at skriva heim um hjá løgregluni. Tað sigur vakleiðarin á politistøðini í Havn, nú annað jólakvøld er farið aftur um bak. Hann sigur, at tað var svart av fólki í býnum í Havn í nátt, men at tað ikki sæst aftur í døgnrapportini hjá løgreluni.
Klokkan hálvgum fimm í morgun var ein bilførari tikin fyri rúsdrekkakoyring. Har var blóðroynd tikin, og hann verður so skuldsettur fyri tað.
Men einki mál um harðskap er skrivað í rapportini, hóast onkrar ósemjur, har onkur mundi farið til hendurs, so eydnaðist tað at tosa menn til rættis, sigur vaktleiðarin, sum letur væl at skilinum í býnum í nátt.
Hann sigur, at tað serliga var í Havn, at tað vóru nógv fólk í býnum. Tað merktist eisini, at nógvir útisetar eru heima, og at nógv avbygdarfólk vóru komin til Havnar at fara í býin, sigur hann.
Í nógva vindinum í gjár kom ein fráboðan úr Kaldbak, har eitt seyðahús var um at ríva seg leyst.