Hetta er spurningurin tú eigur at seta tær, nú krossurin skal setast til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu.
Í áratíggju hevur sami maður havt ræðið á Vaglinum. EIN flokkur hevur mestsum einaráðandi sitið við valdið.
Nú er stundin komin til eitt vaktarskifti! Eg ynski broyting – og vónandi kanst tú hjálpa mær við at fremja hana.
Hetta valið er søguligt, tí so nógvir listar og flokkar eru uppstillaðir í Tórshavnar kommunu. Summi valevni hava skift flokk, onnur hava stovnað egnan lista – og summi hava enntá gjørt bæði!
Tað er tí umráðandi, at tú hugsar teg væl um áðrenn krossurin verður settur. Ein atkvøða til “onkran nýggjan” kann í veruleikanum merkja eina atkvøðu til “ein av teimum gomlu”. Tí tað eru tey, sum fáa flestar atkvøður á listanum, sum sleppa inn – og soleiðis koma aftur til valdið og geva okkum meira av tí sama.
Nýggjar tíðir fyri meg og teg
Eg haldi ikki, at hesi “gomlu” hava gjørt tað so gott seinastu árini. Heldur tú?
Eg ynski, at tú og onnur skulu kunna seta búgv í kommununi – bæði í Havn og í bygdunum.
Eg ynski, at kommunan skal brúka pengar uppá veruliga marglætið - familjuna. Tíni børn skulu hava fyrstafloks dagstovnatilboð. Sjálvandi. Tíni foreldur og ommur og abbar skulu somuleiðis vita, at tað er trygt og gott at gerast eldri í kommununi.
Eg ynski mær fíggjarligt skynsemi og gjøgnumskygni í ríkastu kommunu í landinum. Alt annað er ábyrgdarleys fyrisiting av tínum skattakrónum.
Ynskir tú vanligt vit og skil á Vaglinum? Dirvi og virkisfýsni? Samstarv og samrøðu?
So eru Tjóðveldi og eg eitt gott boð.
Liljan Weihe, valevni hjá Tjóðveldi