Tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar seinastu metingar fyri fiskatilfeingið hesa vikuna, varð sagt, at øll ísfiskalínuskipini liggja.
- Ísfiskalínuskipini fara neyvan útaftur fyri jól, varð lagt aftrat.
Øðrvísi er við frystilínuskipunum, tí her eru fleiri til fiskiskap. Eitt er í Grønlandi, eitt á Føroyabanka, eitt á Íslandsrygginum, og so eru sjey á landgrunninum.
- Línuskipini fáa mest av toski, longu, brosmu og so nakað av hýsu, blálongu og svartkalva.
Um útlitini til útróður varð sagt, at streymurin er hampiligur hesa vikuna, men veðrið er skiftandi. Tí verður ikki roknað við nógvum útróðri aftrat fram til jólar.
- Fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum hevur verið hampiligur, og bátarnir hava fingið mest av hýsu og toski, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.