Eyðvør Berg er forkvinna í Handilsvinnufelagnum

Nevndin í Handilsvinnufelagnum hevur skipað seg

Mikudagin tann 24. apríl var aðalfundur í Handilsvinnufelagnum. Bergur R. Dam Jensen, Gunnar Mohr og Eyðvør Berg stóðu fyri vali, og vóru tey øll afturvald av aðalfundinum.

 

Nevndin í Handilsvinnufelagnum er tí sett saman við Claus V. Christensen, Hilmar Sam Lamhauge, Bergur R. Dam Jensen, Gunnar Mohr og Eyðvør Berg.

 

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Eyðvør Berg sum forkvinnu og Claus V. Christensen sum næstformanni.

 

Ársfrágreiðingin hjá Handilsvinnufelagnum kann lesast her

 

Les meir um Handilsvinnufelagið her