Eingin trygd – undir kongi

At leggja Ognarfelagið undir landið, ger tað ikki bíligari ella tryggari, tað hevur søgan áður víst okkum

Tað er alt ov lætt at siga, at tað vit hava nú, skal avtakast – hvat skal so setast í staðin ?

Tað má so gjarna verða okkurt betri, enn tað vit hava nú og betri enn tað gamla politiskt valda.

 

Politiskt valda nevndin var eingin trygd í 70’unum og fram til umskipanin ( í uml. 2000)

Politiskt valda nevndin í gamla felagnum Tryggingarsambandið Føroyar, var eingin trygd fyri skilagóðari leiðslu.

Hugsi at fleiri av politiskt valdu nevndarlimunum meir ella minni svóvu, meðan onkur politisk valdur (reiðari) var uppi á “duppunum”.

 

Hesin legði ráð saman við stjóranum og fekk kapital frá Tryggingarsambandinum Føroyar til síni privatu vinnuligu  áhugamál.

 

At venda aftur til gamla politiskt skipaða samtakið, er so ikki ein bati.

 

Hinvegin er kjakið sera vælkomið og kann vónandi elva til okkurt slag av menning.

 

Landið slapp sær av við Lívstrygging og Føroya Banka 

“Frem og  tilbage er liga langt” ? 

 

Uppskotið um at leggja undir kong, sær út til at ganga øvugta vegin – beint ímóti landsins praksis. 

 

Eigur landið bankan og hesin fer á heysin, kemur landskassin at bløða.

Um illa vil til, kann tað henda, at bløðingin gerst meir enn tær 4.mia., sum Ognarfelagið í mesta lag kann bløða, áðrenn kassin er tómur, og einki meir er at koma eftir.

 

Tað markið verður so ikki fyri landskassan  -  har verður heintað til seinastu krónu.

At leggja Ognarfelagið undir landið, ger tað ikki bíligari ella tryggari, tað hevur søgan víst okkum.

 

Kjakið kann verða áhugavert fyri tað

Eg eri uppstillaður til valið, tú finnur meg næst ovst á listanum.

Gott Umboðsráðsval

 


Andrass Skaalum

Limur í Umboðsráðnum hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna frá 2010 til 2024.

Tórshavn, tann 10. september 2024