Nú russiski forsetin, Vladimir Putin, enn einaferð verður tilnevndur sum forseti, er einkjan eftir politiska andstøðingin, Aleksej Navalnyj, ikki mjúk í orðum um landsins leiðara.
Sambært Reuters sigur Julia Navalnaja í einari video-upptøku til sínar stuðlar í dag, at Russland verður stýrt av einum lygivætti, tjóvi og drápsmanni.
- Men, hetta fer at taka ein enda, og vit mugu ikki gevast við at stríðast, leggur einkjan eftir Aleksej Navalnyj aftrat.
47 ára gamli, Aleksej Navalnyj, læt lív í russiskari fangalegu, og tað eru fleiri lond, sum seta spurnartekin við deyða hansara.
Aleksej Navalnyj varð føddur hin 4. juni í 1976, og hann doyði í russisku fangaleguni í Kharp í Russlandi hin 16. februar í ár.