Eisini í Klaksvík: Borgarstjóri og dóttir stilla upp á sama lista

Eisini í Klaksvík stillar borgarstjórin upp saman við dóttir síni

Annika Karlsdóttir Ljósstein og pápin Karl Johansen, borgarstjóri, stilla bæði upp fyri Sambandsflokkin til býráðsvalið í Klaksvík

Enn ein borgarstjóri stillar upp til kommunuvalið sam­an við dóttur síni. Tað er Karl Johansen, borgarstjóri í Klaks­vík, sum stillar upp fyri Sam­bandsflokkin til bý­ráðs­valið.

Á listanum er eisini dóttir hans­ara, Annika Karlsdóttir Ljós­stein.

Seks fólk stilla upp fyri Sam­bandsflokkin í Klaks­vík. Tey eru: Áron Vest, Her­mann Samuelsen, Karl Jo­han­s­en, Annika Karlsdóttir Ljós­stein, Jóhanna Maria Is­ak­sen og Jan Gardar.

Sambandsflokkurin hev­ur ikki verið serliga sterk­ur til býráðsval í Klak­s­vík seinastu árini. Á sein­asta vali vóru trý fólk á list­a­num, og tá gjørdist Karl Jo­hansen, ið á fyrsta sinni still­aði upp, nummar eitt á  listanum við 230 at­kvøð­um. Hini vóru Elian Eyð­uns­son Elttør, sum fekk 75 atkvøður og Allan Lar­sen, ið fekk 9 atkvøður. Sam­bands­flokk­urin fekk 9,2 pros­ent av atkvøðunum í Klaks­vík. Men kortini fekk Karl Johansen buktina og báð­a­r endarnar í Klaksvíkar komm­unu.

Hann var í tí hepnu støðu, at hann stóð mitt ímillum blokk­arnar í Klaksvík. Sjálvstýri, Javn­að­ar­flokk­ur­in og Tjóð­veldi mistu meir­i­lut­an og fingu tilsamans 5 fólk, meðan Fólkaflokkurin eisini fekk 5 fólk í býráðið. 

 

##med2##

Men av tí at Atli S. Just­inu­s­sen, sum var topp­skor­ari hjá Fólkaflokkinum, av á­vís­um orsøkun ikki kundi ger­ast borgarstjóri, so bjóð­aði Fólkaflokkurin Karl Johansen borg­ar­stjór­a­sessin.

Hetta minnir ikki sørt um støðuna hjá Heðini Mortensen í Havn, sum í 2004 fekk boðið borg­ar­stjór­a­sessin, og sum síðani tá hev­ur stjórnað Havnini í 16 ár.

Hesaferð stillar dóttir Heð­in Mortensen, Elin Heð­­ins­dóttir Mortensen eis­ini upp á listanum hjá Javn­að­arflokkinum – og tann søg­an endurtekur seg nú í Klaks­vík, at dóttir Karl Johansen, Annika Karls­dótt­ir Ljósstein, eisini stillar upp á sama lista sum pápin.

So er spurningurin, hvat borg­ar­stjór­a­effektin kann gera við Sam­bandsflokkin í Klaks­vík og hvussu stórt per­són­liga atkøvðutalið hjá Karl Johansen verður.

Sein­astu tvey valskeiðini undan  hesum hevur Sambandsflokkurin í Klaks­vík einki umboð havt í býráðnum. Nú fekk flokk­urin fyri fyrstu ferð síð­ani 1966 borgarstjóran í Klaks­vík. Vit hava sæð áð­ur, at tað kann broyta nógv. Spurn­ingurin er so, hvussu nógv tað broyt­ir samansetingina í Klaks­víkar býráð – og um tað fer at eydn­ast faðir og dóttir at verð­a vald á sama lista, og um tað fer at eydnast í bá­ðum av landsins størstu komm­unum.

 

Annika Karlsdóttir Ljósstein og pápin Karl Johansen, borgarstjóri, stilla bæði upp fyri Sambandsflokkin til býráðsvalið í Klaksvík

Valevnini hjá Sambandsflokkinum til býráðsvalið í Klaksvík: Áron Vest, Hermann Samuelsen, Karl Johansen, Annika Karlsdóttir Ljósstein, Jóhanna Maria Isaksen og Jan Gardar.