Í dag endaði ein persónur inni í einum jetmotori á einum flogfari, sum skuldi flúgva úr Schiphol nærindis Amsterdam í Niðurlondum til Billund á Jútlandi.
Persónurin læt lív í ógvusligu hendingini, og tað vóru fleiri, sum sóu tilburðin.
Flogvøllurin skrivaði um hendingina á X, fyrrverandi Twitter, og her verður sagt, at tankarnir eru hjá teimum avvarðandi, ferðafólkum og starvsfólkum, sum gjørdust partur av hesum.
Øll ferðafólk og starvsfólk fóru beinanvegin úr flogfarinum, og hond er tikin um tey, leggur flogvøllurin aftrat.
Sambært niðurlendsku ávísini, De Telegraaf, er ógreitt, um persónurin, sum læt lív inni í motorinum, var ferðafólk ella starvsfólk á flogvøllinum.
Sagt verður, at bæði ferðafólk í flogfarinum og starvsfólk við flogvøllin sóu hendingina, og tey siga, at her var bæði nógvur larmur og roykur.
Tað er hent áður, at fólk eru sogin inn í jetmotorin á einum flogfari, og tá slík hendir, er vónirnar um bjarging neyvan stórar.