Eitt baks at fáa veðrarnar heim

Tað er ikki bara sum at siga tað at fara niður í Skorarnar í Fugloynni eftir veðrum. Neyðugt er fyrst at síga umleið 100 metrar niður eftir streyrrættum bergi, og síðan skulu veðrarnir lorast einar 40-60 metrar niður í bátin

 

Síðsta fríggjadag varð farið í Skorarnar í Fugloynni eftir veðrum, og hetta er triðja árið í hesum umfari, at nakrir mans hava veðrar her.

Her var vanligt at hava seyð, tá gangast kundi inn í Skorarnar.

Men, møguleikin at ganga inn í Skorarnar reyk, tá stórt omanlop var her fyri næstan 25 árum síðan. Rásin, sum gingið varð eftir gjøgnum bergið, leyp eisini. 

Í nøkur ár eftir lopið varð farið niður í fitilendið við klintriútgerð, men sum árini gingu, helt hetta uppat.

Fyri nøkrum árum síðan høvdu ungir menn aftur hug at sleppa veðrar í óhøgliga fitilendið, og seinasta fríggjadag vóru teir eftir sløkum 40 veturgomlum veðrum, sum hava gingið her síðan hálvan mai. 

Men, tað er ikki bara sum at siga tað at fara niður í Skorarnar í Fugloynni. Neyðugt er at síga umleið 100 metrar niður eftir streyrrættum bergi, har bert onkur smærri loft eru á vegnum.

Hesaferð fóru átta mans við klintriútgerð hesar 100 metrarnar niður í bergið, og tá veðrarnir vórðu fingnir í rætt og skuldu fáast niður í bátin, sum bíðaði uttanfyri, skuldu teir aftur lorast einar 40-60 metrar niður eftir berginum og í bátin.

 

##med2##

Teir, sum eiga veðrarnar í Skorini í Fugloy, siga, at tá komið er inn í sepember, er neyðugt at taka fyrstu løtuna, um veðrarnir skulu fáast heim. 

Neyðugt er, at veðrið er gott, og at kyrt er við landið. Nú sigur hann aftur meira vind, og longu í dag hevði ikki verið farandi eftir veðrum í Skorini í Fugloynni.

Menn, sum vóru við fríggjadagin, siga, at alt gekk væl. Teir átta, sum fóru niður í bergið, fóru frá húsum stundisliga, og nakað eftir middag vóru menn aftur at landi við veðrunum.

- Jú, alt gekk væl, og vektin lá millum 62 og 74 pund, sum er gott, men heldur lakari vekt enn í fjør, siga menn, sum vóru í Skorini í Fugloynni henda dagin.

 

##med3##

 

##med4##

 

Vektin í ár er góð í fitilendinum í Fugloy, tó at hon er eitt sindur lakari enn í fjør