Eitt samfelag til okkum øll, heldur enn til tey fáu

Til seinasta val vóru fortreytirnar og útlitini fyri einum betri og javnari samfelag betri enn nakrantíð.

 

 

 

Vit høvdu ein søguligan møguleika at skipa fiski- og alivinnu á einum rættvísum, marknaðargrundaðum og ikki minst fíggjar- og náttúruliga burðardyggum grundarlagi; umframt at tað virðið, ið náttúran sjálv skapar, kundi koma okkum øllum til góðar.

 

 

 

Okkara felags bústaðarfelag var í gongd við at byggja hópin av leiguíbúðum, og vit høvdu ein veruligan møguleika at basa bústaðarkreppuni.

 

 

 

Vit kendu eisini hóttanirnar móti okkara náttúru og kundu skipa ferðavinnu, og atgongd til náttúruna yvirhøvur, á ein burðardyggan og rættvísan hátt, við møguleika fyri nýggjum og slóðbrótandi vinnum.

 

 

 

Vit høvdu, stutt sagt, møguleika at endurbyggja okkara vælferðarsamfelag á einum nógv tryggari og rættvísari grundarlagi, enn nakrantíð.

 

 

 

Í staðin endaðu vit her...

 

 

 

Undirskot í bestu tíðum nakrantíð.

 

Bústaðarkreppan er blivin bústaðarneyð.

 

Náttúran er við at skrambla saman vegna misbrúk.

 

Og okkara børn fara svong í song.

 

 

 

Hví?

 

 

 

Tí vit valdu tey fáu heldur enn okkum øll.