Eitt útbygt og viðlíkahildið samferðslukervi

Eitt av tí besta, vit kunnu gera fyri føroyska búskapin og føroysku vælferðina, er at gera íløgur í samferðsluna.

 

Tað er eisini orsøkin til, at politiska skipanin í Føroyum hevur brúkt nógva tíð og nógvar pengar upp á tunlar, vegir og ferjur.

 

Men seinastu mongu árini hevur politiska skipanin raðfest at byggja nýtt, heldur enn at halda tað við líka, sum longu er gjørt. Játtaða peningaupphæddin til landsvegahaldið í 2021 var bert 45 milliónir.

 

Samstundis fekk landið 185 milliónir inn í skrásetingargjøldum og 139 milliónir inn í vegskatti sama ár (og tá er MVG av akførum, brennievni, bensini og olju ikki íroknað, sum hevði verið eini 150 milliónir afturat). Úrslitið av skeivari raðfesting er, at landsvegakervið í dag hevur eitt risastórt eftirsleip á yvir 375 milliónir.

 

Bileigarar rinda í dýrum dómum, men vegirnir eru útholaðir. Nú eiga vit at tryggja, at bileigarar fáa nakað fyri teir pengarnar, sum teir rinda til landskassan. Vit mugu raðfesta at viðlíkahalda landsvegirnir, og vit mugu framhaldandi tryggja neyðuga játtan til viðlíkahald av nýggjum vegum og verkætlanum.

 

Samferðslukervið er eisini tær ferjur, sum sigla millum oyggjarnar, og enn einaferð er vantandi viðlíkahald størsta avbjóðingin. Strandfaraflotin er gamal, og nógv skip skuldu verið skift út fyri langari tíð síðani.

 

Vit mugu finna ein leist, sum hóskar seg til strandferðsluna, og sum kann tryggja, at vit fáa ein nýggjan flota til sigling millum oyggjarnar. Tí eiga vit at umskipa Strandferðsluna til eitt alment partafelag við einum hóskandi tænastusáttmála, soleiðis at tær smærru farleiðirnar eisini verða riknar.

 

Tíðin er komin til at taka um endan og taka ábyrgd av tí, sum vit hava. Vit skulu framhaldandi byggja út okkara samferðslukervi, men tað er bráðneyðugt, at vit fara í gongd við at halda við líka og raðfesta tað, sum longu er bygt.

 

Bjarni K. Petersen,

 

valevni fyri Framsókn