Nývaldi amerikanski forsetin, Donald Trump, var skjótur og lat ongan iva vera um, hvussu hann sá støðuna, nú grønlendski landsstýrisformaðurin hevði opnað munnin fyri at nevna orðið “loysing”.
Kanska helt landsstýrisformaðurin hetta vera ein snildan leik í sambandi við komandi valið í Grønlandi, men hann gloymdi, at stórtjóðirnar fara ikki at lata 57.000 grønlendingar einsamallar stýra heimsins størstu oyggj. Loysing frá Danmark merkir, at amerikanarar taka yvir í somu løtu, og skuldu teir av eini ella aðrari orsøk ikki gjørt tað, so standa kinesarar og russarar eisini klárir. At tosa um grønlendska loysing, er sum at sleppa einum logandi svávulpinni beint niður í eina krúttunnu. Úrslitið kann fara í allar ættir.
Kringvarpið roynir at vekja loysingarrørsluna
Í Føroyum verður í løtuni ikki tosað so nógv um loysing, og higartil er Trump ikki komin við nøkrum “tilboði” hendavegin. – Og tó – so skjótt sum loysingarspurningurin tók seg upp í Grønlandi, fann Kringvarpið framaftur sendingarnar “O, móðurlandið” ( tvey ára gomul loysingarpropaganda í seks pørtum), sum nú máttu endursendast í skundi. Tað sum loysingarflokkarnir ikki klára at stápla uppá beinini, tað má almenni miðilin eftir øllum at døma taka sær av.
Og vit fáa endursenda hesa kroystu royndina at blása lív aftur í seinastu gløðurnar av tí annars útkølnaða fullveldisbálinum. “Komið nú føroyingar! Tit liggja og sova, meðan grønlendingar loysa. Vaknið nú!”
Meira enn hundrað ára gamlar søgur um hvussu ótespiligt land Danmark er/var, sleppa enn einaferð at troka seg inn í hvørja stovu fyri hyggjarans rokning.
Stórur munur á skipanunum
Aftur í gjár endurtók Trump, at hann ynskir at Grønland verður amerikanskt. Kanska skulu vit føroyingar ikki blanda okkum uppí tað. Um grønlendingar ynskja eitt almannaverk og eitt heilsuverk eftir amerikanskum forskriftum, har tey ríku sleppa fyrst framat, heldur enn at hava eina norðurlendska samhaldsfasta skipan, so er tað teirra val.
Men í annaðkvøld sendur Kringvarpið annan part av sendirøðini um, hvussu ræðuligt tað er at vera í ríkisfelagsskapi við Danmark.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin