Løgreglan fekk fráboðan um eldin klokkan 20:20. Bilurin stóð á økinum fram við vegnum millum tunnilsmunnan og rundkoyringina á Strondum. Orsøkin til tað var, at bilførarin koyrdi til síðis, tí tað reyk úr bilinum. Hann helt, at bilinum tørvaði kølivatn. Men tá vísti tað seg, at ein lítil eldur var í motorrúminum. Bilførarin helst seg hava sløkt eldin, og fekk onkran at koma eftir sær.
Men tað vísti seg kortini, at eldurin helst ikki hevur verið sløktur, tí onkur sum kom framvið boðaði frá, at eldur var í bilinum.
Talan var um ein 24 ára gamlan bil, sum nýliga var keyptur bíliga, greiddi vaktleiðarin frá, so tað var ikki tað stóra virði, sum fór upp í royk, men tó, jólagávur, sum lógu á baksetrinum, fóru upp í royk saman við bilinum.
Eldurin var sløktur klokkan 20:59, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
##med2##
##med3##