Elin Brimheim Heinesen verður ikki í Kolshøll í dag

- Vegna serligar umstøður er tiltakið, sum skuldi verða í Kolshøll á Eiði klokkan 16, avlýst.

 

Tað verður einki tiltak við Elini Brimheim Heinesen og bólki í Kolhøll á Eiði í dag.

 

- Tiltakið, sum skuldi verða klokkan 16 seinnapartin í dag, er avlýst vegna serligar umstøður, siga tey í Eiðis kommunu.

 

Sjálv skrivar Elin á sínum Facebook-vanga í morgun, at tað er skilligt, at tiltakið í dag er avlýst, tá umstøðurnar eru serstakar.

 

- Men eg og bólkur mín spæla í Norðurlandahúsinum í morgin, mánadagin hin 8. juli klokkan 15, og her eru øll vælkomin, leggur hon aftrat.