EM 24: Rooney heldur Yamal hjá Spania er líkur honum

Wayne Rooney sær líkheitir millum gjøgnumbrotið hjá sær undir EM-endaspælinum í 2004, og tí sum Lamine Yamal hevur lagt fyri dagin nú

19 ára gamli Wayne Rooney undir EM-endaspælinum í 2004

Í annaðkvøld klokkan 20 verður EM-finalan millum Ongland og Spania leikt á olympiska leikvøllinum í Berlin. 

 

Oddsini eru næstan jøvn millum liðini, tó hella veddingarfyritøkurnar eitt pinkalítið vet til ein spanskan sigur.

 

Ein sum øll tosa um kring Evropa er blaðungi høgri vongurin hjá Spania, Lamine Yamal sum fyllir 17 ár í dag.

 

Lamine Yamal negldi sítt navn veruliga fast við einum flottum máli í hálvfinaluni móti Fraklandi, og Lamine Yamal hevur eisini hugtikið gamla stjørnuáleyparin hjá Manchester United, Wayne Rooney.

 

Wayne Rooney heldur, at Lamine Yamal minnir um tað hann sjálvur avrikaði 19 ára gamal fyri Ongland undir EM-endaspælinum í Portugal í 2004.

 

Við spanska miðilin, Mundo Deportivo sigur Wayne Rooney: - Lamine Yamal fer at vera fullur av sjálvsáliti aftaná framúrskarandi málið hann skoraði móti Fraklandi. Og hann minnur meg um hvussu eg sjálvur var undir EM-endaspælinum í 2004. Sigur Wayne Rooney. 

 

EM-finalan sæst á KVF. Hon sæst eisini á Televarpinum á DR1, TV2, NRK1, RÚV og svenska TV4. 

 

 

 

 

 

19 ára gamli Wayne Rooney undir EM-endaspælinum í 2004