EM: Skurðviðgerðin hjá Barnabas Varga eydnaðist væl

Ungarska fótbóltssambandið hevði gleðilig tíðindi at bera ígjár

Ungarski Barnabas Varga, ið bleiv illa skaddur í dystinum í innleiðandi EM-bólki A móti Skotlandi hevur havt eina væleydnaða skurðviðgerð.

 

Tað boðaði ungarska fótbóltssambandið frá, sambært norska blaðnum, VG.

 

Barnabas Varga er skurðviðgjørdur fyri fleiri brot í andlitinum. 

 

Aftaná ræðuliga hendingina i dystinum millum Ungarn og Skotland helt liðskiparin hjá Ungarn, Domonik Szoboszlai, at læknaliðið brúkti alt ov nógva tíð til at koma á vøllin at hjálpa Barnabas Varga. 

 

Í UEFA eru tey tó ikki samd við útsøgnini hjá Domonik Szoboszlai, og tey halda fast við, at læknaliðið bar seg rætt og skjótt at. 

 

Barnabas Varga spælir við Ferencváros. Hann var við á liðnum hjá Ferencváros, ið tapti 0-3 fyri KÍ í Budapest í dysti í fyrsta umfarinum í Champions League undankappingini 19. juli í fjør.