VIDEO: Svøríki snávaði móti Rumenia í EM-millumbólki 1

(Video) Her er samandrátturin hjá Eurohandball frá dystinum Svøríki-Rumenia 23-25 (8-12)

Svøríki sum var í okkara EM-undankappingarbólki hevur nærum útspælt sín leiklut í EM-millumbólki 1 í Debrechen í Ungarn.

 

Hóast tær svensku vóru risastórir favorittar í dystinum móti Rumenia, so endaði dysturin við einum 25-23 sigri til Rumenia.

 

Í fyrra hálvleiki var Rumenia eitt skiftið á odda 10-4, og í steðginum var Rumenia á odda 12-8. Tað eydnaðist ongantíð Svøríki at javna leiðsluna hjá Rumenia. Nakrar ferðir minkaði Svøríki niður í eitt mál á muni, men nærri komu tær ikki.

 

Emma Lindqvist var toppskjútti hjá Svøríki við fimm málum. Bianca Bazaliu var toppskjútti hjá Rumenia við átta málum.

 

Aftonbladet staðfestir, at Svøríki brennur ov nógvar opnar málmøguleikar, og tá ber ikki til at vinna ein hondbóltsdyst. 

 

Klokkan 17 spæla Frakland og Montenegro í sama bólki, og klokkan 19.30 spæla vertirnir, Ungarn móti Pólandi. Vinna Frakland og Ungarn sínar dystir, so eru tær fýra stig frammanfyri Svøríki, ið longu hevur tapt sín dyst móti Ungarn, og tá sær tað svart út, fyri ikki at siga ógjørligt hjá Svøríki at vinna seg í hálvfinalurnar.

 

Frakland og Ungarn hava fýra stig hvør fyri tveir dystir. Montenegro hevur tvey stig fyri tveir dystir, meðan Rumenia og Svøríki hava tvey stig fyri tríggjar dystir. Aftast í bólkinum eru Póland, ið enn hevur til góðar at vinna fyrsta stigið í EM-millumbólki 1.

 

HER ber til at síggja samandráttin hjá Eurohandball frá dystinum millum Svøríki og Rumenia:

 

##med2##