Útivallarmarran heldur fram - Føroyar taptu fyri Ukraina

EM-undankappingin: Okkara vóru á odda við trimum í steðginum, men taptu við trimum málum

Manslandsliðið í hondbólti hevði allar møguleikar at vinna fyrsta EM-undankappingardystin á útivølli móti Ukraina í Vilnius í Litava, men teir tóku ikki av.

 

Føroyar vóru á odda 17-14 í steðginum, men okkara taptu dystin 32-35. 

 

Tað gjørdist okkara monnum dýrt, at vit brendu nógvar málmøguleikar í seinna hálvleiki. Innanfyri fáar minuttir brendu okkara trý brotskøst.

 

Føroyar skoraðu upp á 32 av 49 málmøguleikum, ið fyrra hálvleiki vóru hagtølini 17 av 23 málmøguleikum.

 

Talan er um ellinta dystin á rað Føroyar tapa á útivølli, so útivallarmarran heldur fram. 

 

- Vit søplaðu tað burtur. Staðfesti dystarviðmerkjarin hjá KVF, Ingi Olsen. Ingi helt eisini, at venjarin átti at givið fleiri leikarum møguleikan undir dystinum, serliga tá tað steðgaði upp í seinnu helvt av seinna hálvleiki. 

 

- Vit høvdu ikki tak á ukrainum í verjuni í seinna hálvleiki. Staðfesti viðmerkjarin í studionum hjá KVF, Andrias Eriksen.

 

Einasti uggi var, at Elias Ellefsen á Skipagøtu var valdur at vera besti leikarin í dystinum.

 

Føroyar møta Niðurlondum í stórhøllini við Tjarnir, grækarismessudag, 12. mars í komandi EM-undankappingardystinum. 

 

Málskjúttar: Óli Mittún 8/12, Elias Ellefsen á Skipagøtu 7/10, Hákun West av Teigum 7/10, Vilhelm Poulsen 4/6, Pætur Mikkjalsson 2/2, Rói Berg Hansen 1/1, Peter Krogh 1/1, Janus Dam Djurhuus 1/2, Teis Horn Rasmussen 1/3. 

 

Bjargingar: Pauli Jacobsen 12/44 = 27,27 prosent. Aleksandar Lacok 0/1.