Liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin spældi í kvøld dyst á útivølli í týsku bundesliguni.
Í LANXESS arena høllini í Köln vann Füchse Berlin greiðan 29-22 sigur á Gummersbach. Í steðginum var Füchse Berlin á odda 15-12.
Füchse Berlin er næstfremst í deildini við 26 stigum, sama stigatali sum liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel. Füchse Berlin hevur tó betri málúrtøku.
Hákun var ikki millum málskjúttarnar í kvøld, og kappingarneytin úti á høgra veingi, Tobias Reichmann bleiv bara noteraður fyri eitt mál.
Í annaðkvøld kunnu Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf koma upp á 26 stig, um teir vinna dystin á heimavølli móti Bietigheim. Füchse Berlin hevur ein málmun, ið er 52 mál betri enn tann hjá Hannover, so Füchse Berlin verður á øðrum plássinum óannsæð hvat hendir í annaðkvøld.
Füchse Berlin hevur nú ein vetrar og HM-steðg. Füchse Berlin spælir dyst í bundesliguni aftur 9. februar, tá Potsdam kemur á vitjan í Max Schmelling høllini í Berlin.