At framleiða bilar dálkar illa. Tað dálkar eisini at innflyta eykalutir o.a. til Føroya – ofta langvegis frá. Men á Hjalla standa hópatals bilar og billutir – og bíða bara eftir at verða kroystir saman og fluttir av landinum. Tað mugu vit kunna gera betur!
Nógvir av bilunum, sum í dag verða skrottaðir, kundu verið nýttir longur.
Antin við at verið settir í stand – ella við at verið tiknir sundur og nýttir sum eykalutir. Hóast heildin ikki fungerar, sum hon skal, so kunnu einstøku lutirnir saktans vera í góðum standi.
##med2##
Her ber til at fáa fleiri flugur í einum smekki:
* Tað er betri fyri umhvørvið at endurnýta heldur enn at framleiða nýtt.
* Tað er gott fyri tey við lágari fíggjarorku at kunna keypa sær ein góðan, bíligan, brúktan bil.
* Tað kundi verið arbeiðsskapandi í Havnini, tí onkur kundi fingið sær hetta til vinnuveg.
* Tryggingarfeløgini eru longu farin at umvæla við brúktum eykalutum, tí tað er betri fyri grøna profilin – og lutirnir eru fult so góðir, sum teir nýggju.
##med3##
Í løtuni burturbeina vit góðar eykalutir, sum eru í Føroyum – og innflyta nýggjar aðrastaðis frá. Tað gevur onga meining.
Vit síggja enntá, at danskir upphøggarar keypa bilir úr Føroyum, og selja somu bilar aftur til Føroya – sum eykalutir.
Vit skulu fylgja grønu kósini, og hetta er avgjørt eitt av teimum átøkunum, sum Tórshavnar kommuna má fara at arbeiða við. Tí hetta hevði munað væl beinanvegin.
Tað er nógv betri fyri umhvørvið at hava ein bil koyrandi so leingi sum møguligt, heldur enn at framleiða ein nýggjan við høgum CO2 útláti.
Í øðrum lagi er tað nógv betri fyri umhvørvið at brúka brúktar bilar til eykalutir, heldur enn at framleiða nýggjar við høgum CO2 útláti.
Tí í Tórshavnar kommunu skulu vit øll trívast – og tað gera vit best við at hugsa burðardygt,
X við Elin Heðinsdóttir Joensen,
Valevni fyri Javnaðarflokkin
Myndir at viðhefta brævinum: