Spyr um Spitalskusjúkrahúsið á Argjum endurreist um fimm ár

Argjamaður spyr í lesarabrævið, um Spitalskusjúkrahúsið á Argjum er endurreist, tá Argir í 2028 fyllir 195 ár

 

ANDRAS MORTANSSON: 9. mei 1828 keypti Andras Mortansson Argir á uppboðssølu norðuri í Saksun.

 

Andras keypti ognina, sum hoyrdi til spitalskusjúkrahúsið á Argjum.

 

ARGIR / ÆRGIR: gæliskt (keltiskt) orð, komið úr Írlandi / Skotlandi.

 

 Týdningur: Summarbit til neyt í haga (norskt: sæter).

 

Fleiri staðanøvn eru við “ærgi”, t.d. Ærgisá, Ærgisdalur. Kanska skulu vit broyta stavsetingina “Argir” til seinna æ: “Ærgir”!?! Úttalan er tann sama.

 

SPITALSKUSJÚKRAHÚSIÐ ENDURREISAST?!?: Nú Argir verða 200 ár (í nýggjari tíð) í 2028, hevði tað verið hóskandi at endurreist spitalskusjúkrahúsið. Tekningar eru tøkar. Upprunastaðið er beint við minnisvarðan um Andras. Spitalskukirkjugarðurin er beint omanfyri.

 

Við argjakvøðu

 

Eyðun á Borg

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##