Errin hollendskur venjari gevur leikarunum heiðurin

Ronald Koeman er errin av liði sínum, sum megnaði at venda dystinum leygarkvøldið og tryggja sær pláss í hálvfinaluni

Turkaland legði seg á odda 1-0 tíggju minuttir undan steðginum. Tá 70 minuttir vóru leiktir javnaði Holland til 1-1. Fimm minuttir seinni skoraði Holland aftur. - Mynd: Michael Kappeler/Ritzau Scanpix

Hollendska fótbóltslandsliðið var leingi aftanfyri 0-1, men tvey sein mál vendu dystinum á høvdið.

Styrkin at venda dystinum vísir, at liðið hevur "eitt stórt hjarta", sigur hollendski venjarin, Ronald Koeman, eftir dystin.

- Vit høvdu eitt stórt hjarta - onkuntíð verður funnist at okkum fyri ikki at hava tað í mun til onnur lond, men leikararnir vístu stórt hjarta í kvøld, sigur venjarin.

Hann er errin av liði sínum, segði venjarin, tá hann hitti miðlarnar eftir dystin.

##med2##

 

- Eg haldi, at tað er serstakt fyri alla tjóðina. Vit eru eitt lítið land, og vit eru í hálvfinaluni við Onglandi, Fraklandi og Spania. Vit eru sera errin.

- Teir (spælararnir, red.) hava givið alt - talan var um ein øgiliga kenslubornan dyst, sigur venjarin sambært tíðindastovuni AFP.

Turkaland legði seg á odda 1-0 tíggju minuttir undan steðginum. Tá 70 minuttir vóru leiktir javnaði Holland til 1-1. Fimm minuttir seinni skoraði Holland aftur.

Hollendingarnir - eisini venjarin Koeman - kundu tí euforiskt hugna sær eftir endabríkslið. Ímeðan kastaðu turkarnir seg vónbrotnar í grasið á leikvøllinum í týska høvuðsstaðnum, Berlin.

Meðan fleiri av hinum fjórðingsfinalunum í EM til tíðir vóru taktiskt læstar og keðiligar, so var nógv undirhald í dystinum millum Turkaland og Holland.

Turkisku viðhaldsfólkini í Týsklandi hoyrdust best á áskoðaraplássunum, men tað steðgaði ikki Hollandi.

 

/ritzau/

 

Turkaland legði seg á odda 1-0 tíggju minuttir undan steðginum. Tá 70 minuttir vóru leiktir javnaði Holland til 1-1. Fimm minuttir seinni skoraði Holland aftur. - Mynd: Michael Kappeler/Ritzau Scanpix

Hollendski venjarin, Ronald Koeman, var fegin eftir síðsta bríksl á leikvøllinum í týska høvuðsstaðnum, Berlin. - Mynd: Ronny Hartmann/Ritzau Scanpix