Eru renovasjón, kloakkir og náttúra ikki vælferð hjá borgarum?

Nú, eitt ávíst valevni hjá Fólkaflokkinum er úti við rívuni eftir teimum sonevndu “vinstragrønu aktivistunum”, sum viðkomandi heldur, ikki skulu sleppa “at spæla fandango” við vælferðini hjá borgarunum í Tórshavnar kommunu – so má eg tala at.

Viðkomandi meinar opinbart ikki, at ruskskiljing, minni brenning, kloakkviðurskifti, at verja náttúru, trivnaðarøkir, áir og strendur og minking av CO2 útlátinum hevur nakað við vælferð hjá borgarum at gera.

Her eri eg grundleggjandi ósamdur við  valevni hjá Fólkaflokkinum! Í mínari verð er hetta nettupp tær mest grundleggjandi tænastur í okkara vælferðarsamfelagi, sum fyri alt í verðini bara skulu rigga – hvønn dag og allar dagar í árinum. Hetta er kommunal politikkur.

RUSK OG RENOVATIÓN er kanska ikki eitt øki, ið gevur so nógvar atkvøður  valdagin, men at niðurgera tey, ið vilja arbeiða fyri at fáa hetta øki upp á eitt støði, sum vit øll ynskja – rokni eg heldur ikki við gevur nógvar atkvøður.

Sannheitin er tann, at hetta økið als ikki hevur havt nakran góðan á Vaglinum seinastu árini og liggja tí stórar fíggjarligar avbjóðingar fyri framman, bert fyri at fyribyrgja kaos.  Nevnast kann, at brennistøðin er gomul og slitin og krevur umfatandi ábøtur bara fyri at klára at halda tørn. Skiljing og endurnýtsla haltar álvarsliga. Kloakkviðurskiftini  krevja umfatandi ábøtur, serliga í eldra partinum av Havnini. Útleiðingar frá reinsiverkum og brunnum, ið renna út í fjøruna, har okkara børn spæla og fólk svimja, mugu førast út á streymasjógv. Og so má sjálvandi øll planlegging byggja á náttúruatlit, trivnað og at minka útlátið.  

Komandi politiska leiðslan í Tórshavnar kommunu skal og má raðfesta hetta øki beinanvegin. Tí tað er vælferð. Tað er trivnaður. Hjá okkum og okkara børnum og eftirkomarum. Og tað er eisini grundarlagið undir einum sunnum vinnulívi – sum á nógvum økjum er nógv longri frammi í grønari hugsan og gerðum, enn politikarar og valevni, sum tykjast spæla fíggindaspæl í fortíðini og verja forsømilsini. Heldur enn at brúka kloakk-kendan málburð mótvegis teimum, ið vilja gera nakað við trupulleikarnar, áttu tey at gjørt nakað við kloakkirnar.

 

Gunnar Djurhuus

Valevni fyri Tjóðveldi á Lista E í Tórshavnar kommunu  

 

##med2##