Tað sigur svenski ES nevndarlimurin við ábyrgd fyri økinum, Ylva Johansson.
– Við krígnum millum Ísrael og Hamas og polariseringini, sum fer fram í samfelag okkara, er stórur vandi fyri yvirgangsálopum í ES.
Ylva Johansson sipar millum annað til eitt álop leygardagin í París, har ein persónur varð dripin í einum kníválopi, skrivar norska tíðindastovan NTB.
Týska innanríkisráðfrúan, Nancy Faeser, er samd um stúranina.
– Álopið í París leygardagin vísir, hvussu stór og álvarsom hóttanin um islamistiskan yvirgang er í hesum døgum.
/ritzau/NTB