Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali hava vunnið seg trygt víðari til 4. umfar í European Cup.
Valur vann fyrr í kvøld á heimavølli 33-28 á ukrainska liðnum, Motor Zaporozhye. Í steðginum var Valur á odda 16-12.
Valur vann 35-31 á útivølli, og vann sostatt ein samlaðan 68-59 sigur á Motor Zaporozhye.
Allan skoraði eitt mál.
Komandi fríggjakvøld spælir Valur dyst móti Víkingi Reykjavík í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Seinasti dysturin hjá Vali undan vetrar og HM-steðginum verður á útivølli móti Afturelding, mánakvøldið 18. desember.