European League: Valur megnaði javnleik - Sävehof tapti

Valur og Sävehof leiktu dystir í EHF European League í kvøld

Tað gekk eitt sindur misjavnt hjá føroyingunum í EHF European League í kvøld.

 

Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir í Vali megnaðu á heimavølli javnleik 27-27 móti portugisiska liðnum, Porto sum hevði ein greiðan favorittleiklut undan dystinum.  Jakob Mikkelsen javnaði fyri Porto til 27-27 við bert fýra sekundum eftir á klokkuni. 

 

Valur var í ringum skørum í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Porto greitt á odda 16-9. Men við góðum avriki í seinna hálvleiki fingu Bjarni og liðfelagarnir knógva eitt stig.

 

Bjarni skoraði tvey mál upp á seks málroyndir.

 

Týska liðið, Melsungen er fremst í bólki F við fýra stigum. Vardar hevur tvey stig, og Porto og Valur hava eitt stig hvør.

 

Komandi hóskvøld klokkan 19.45 spælir Valur dyst á útivølli móti Melsungen. 

 

Liðið hjá Óla Mittún og Ísak Vedelsbøl, Sävehof tapti á heimavølli greitt 31-37 fyri franska liðnum, Toulouse sum hevði ein lítlan favorittleiklut undan dystinum. Fyrri hálvleikur gjørdist Sävehof dýrur. Í steðginum var Toulouse á odda 18-11. 


Óli skoraði tvey mál upp á seks málroyndir.

 

Toulouse er oddalið í bólki H við fýra stigum. Gummersbach hevur tvey stig, men teir spæla móti FH í Kaplakrika-høllini á Hafnarfirði klokkan 21.30 í kvøld, og kunnu við sigri koma upp á fýra stig. FH og Sävehof hava einki stig.

 

Komandi hóskvøld klokkan 19.45 møtast FH og Sävehof í Kaplakria-høllini á Hafnarfirði. 

 

Jóhan á Plógv Hansen var ikki millum málskjúttarnar, tá lið hansara, Flensburg Handewitt á útivølli vann stórsigur 41-31 á kekkiska liðnum, HCB Karvina. Í steðginum var Flensburg á odda heili 24-11.

 

Flensburg og Tatabanya eru fremst í bólki G við fýra stigum hvør. Sesvete og HCB Karvina hava einki stig.

 

Komandi hósdag klokkan 17.45 hevur Flensburg heimadyst móti Tatabanya. 

 

THW Kiel uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu á liðnum vann á útivølli 32-28 (18-15) á serbiska liðnum, Vojvodina. 

 

Kiel er fremst í bólki E við fýra stigum. Vojvodina hevur tvey stig, og Nexe og Torrelavega hava eitt stig hvør.

 

Komandi hóskvøld klokkan 19.45 spælir Kiel dyst á útivølli móti Nexe.