Norðurkoreanskir hermenn í russiska herinum fær USA at stúra

Ukrainski forsetin, Zelenskyj, sigur, at fregnartænastukeldur siga frá, at Norðurkorea hevur blandað seg upp í kríggið.

Fríggjadagin 11. oktober fór forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, til týska høvuðsstaðin, Berlin. Á snarferðini í Evropa hitti hann Frank-Walter Steinmeier, forseta. - Mynd: Bernd Von Jutrczenka/Ritzau Scanpix

USA er "ørkymlað" av fráboðanum um, at norðurkoreanskir hermenn stríðast á russiskari síðu í Ukraina.

Tað segði ein talsmaður fyri amerikanska trygdarráðið, Sean Savett, í gjár.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, ákærdi í síni dagligu videorøðu sunnudagin Norðurkorea fyri at hava sent hermenn til russiska herin.

Hann sigur, at fregnartænasturnar í Ukraina hava kunnað hann um "veruliga norðurkoreanska íblandingina í kríggið" í Ukraina.

Russland hevur kallað ákærurnar fyri "fake news".

Í fráboðan frá Hvítu Húsunum í USA verður sagt, at um tað er rætt, at tað eru norðurkoreanskir hermenn í russiska herinum, so fer tað at vera ein munandi styrking av verjusambandinum millum londini.

- Eitt slíkt stig hevði eisini víst eitt slag av desperatión á russisku síðuni, nú Russland missir so nógvar hermenn á vígvøllinum ógvusliga stríði sínum ímóti Ukraina, sigur Savett.

USA sigur víðari, at Norðurkorea hevur veitt Russlandi ballistiskar rakettir og lóður.

Russland og Norðurkorea hava noktað fyri, at tey hava handlað vápn, men hava lovað at styrkja hernaðarligu sambondini - møguliga eisini felags hernaðarvenjingar.

Í síni dagligu videorøðu segði Zelenskyj eisini, at Ukraina hevur brúk fyri fleiri vápnum úr Vesturheiminum.

- Tað er greitt, at undir slíkum umstøðum skal sambandið við okkara sameindu mennast. Fremsta linja hevur brúk fyri meira stuðli. Vit tosa um langtrøkkandi vápn til Ukraina og meira áhaldandi veitingar til okkara herdeildir, sigur hann.

Amerikanski forsetin, Joe Biden, skuldi í døgunum 10. til 12. oktober til Týsklands at vera vertur fyri einum toppfundi um Ukraina.

Hann avlýsti tó í síðstu løtu orsakað av ódnum í landsynningspartinum av USA.

Zelenskyj átti at verið á toppfundinum. Í staðin fór hann ein skjótan túr til fleiri av teimum stóru londunum í Evropa.

Sambært týskum miðlum verður týska vitjanin hjá Biden mikudagin. Biden og týski samveldiskanslarin, Scholz, fara væntandi at tosa um vesturlendskan stuðul til Ukraina.

Enn er eingin almenn váttan um vitjanina frá hvørki amerikanskari ella týskari síðu.

 

Ritzau/Reuters

 


 

 

Fríggjadagin 11. oktober fór forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, til týska høvuðsstaðin, Berlin. Á snarferðini í Evropa hitti hann Frank-Walter Steinmeier, forseta. - Mynd: Bernd Von Jutrczenka/Ritzau Scanpix