Faðir og sonur undir illgruna fyri skúlaskjóting varðhaldsfongslaðir

14 ára gamal drongur og 54 ára gamli pápi hansara eru varðhaldsfongslaðir í Georgia uttan møguleika fyri at sleppa leysir.

Á áskoðaraplássunum fríggjadagin vóru avvarðandi hjá ofrunum fyri skottilburðinum mikudagin. - Mynd: Brynn Anderson/Reuters

Ein 14 ára gamal drongur, sum er undir illgruna fyri at hava dripið fýra fólk undir eini skúlaskjóting í Georgia, og pápi dreingin, sum eftir øllum at døma gav honum vápnið, sum varð brúkt, sum jólagávu, hava verið í rættinum í Barrow í Georgia fríggjadagin .

Sostatt eru bæði drongurin, Colt Gray, og 54 ára gamli pápin, Colin Gray, varðhaldsfongslaðir uttan møguleika at sleppa leysur við trygd.

Teir báðir møttu í rættinum tveir dagar eftir, at Apalachee High School í býnum Winder í Georgia varð raktur av eini skúlaskjóting.

Her doyðu fýra fólk og níggju fingu skaða. Tveir av teimum dripnu vóru næmingar og tveir vóru lærarar á skúlanum.

Meðan Colt Gray hevur verið ákærdur fyri fýra morðini, hevur ákæruvaldið eisini eyguni á pápa hansara.

Colin Gray kann fáa upp til 180 ára fongsulsrevsing, um hann verður dømdur fyri tær tríggjar ákærurnar um vanrøkt dráp og átta ákærurnar um misnýtslu av børnum, sum tey halda, at hann hevur ábyrgdina av.

Ákæruvaldið heldur, at maðurin útvegaði soninum vápnið, sum varð brúkt til at fremja álopið.

Tað var dómarin Currie Mingledorff, sum fyrst las skuldsetingina móti 14 ára gamla klæna dreinginum við bleiktum hári, sum var í grønari troyggju og kakibuksum og hevði ketur um hondlið og øklar.

Tá Mingledorff segði við dreingin, at hann var skuldsettur fyri tær fýra ákærurnar um dráp, og vísti á, at tað kundi føra til deyðarevsing, mátti hann rætta seg sjálvan.

Av tí at drongurin er ungur, kann hann ikki verða dømdur til deyða, og dómurin er í staðin upp til lívsfongsul uttan møguleika fyri royndarleyslating.

Stutt eftir var tað pápin, sum møtti Mingledorff. Hann var í svørtum og hvítum strípaðum fongsulsklæðum og vaggaði fjálturstungin aftur og fram í stólinum við síðuna av advokatinum.

Millum áhoyrararnar vóru avvarðandi hjá ofrunum fyri skottilburðinum mikudagin.

Sambært fleiri amerikanskum miðlum hevði Colin Gray givið Colt Gray eina AR15 riflu til jóla í fjør.

Chris Hosey, leiðari fyri kanningarstovuna í Georgia, sigur, at maðurin "tilvitað" loyvdi trupla soninum at hava eina byrsu.

 

/ritzau/AFP

 

Á áskoðaraplássunum fríggjadagin vóru avvarðandi hjá ofrunum fyri skottilburðinum mikudagin. - Mynd: Brynn Anderson/Reuters