Falskur Múte B. Egede profilur ærumeiðir USA

Tað er ikki tann veruligi Múte B. Egede, sum gevur USA boð um at sleppa sínum áhuga fyri Grønlandi, sigur grønlendska landsstýrið

Fox News hevði samrøðu við Múte B. Egede í gjárkvøldið, har hann boðaði frá, at grønlendingar vilja vera grønlendingar. Ein falskur profilur í hansara navni hevur sent ærumeiðandi boðskap móti USA. (Arkivmynd). - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Landsstýrið í Grønlandi kunngjørdi á heimasíðuni mikudagin, at ein falskur persónur á sosiala miðlinum X ger seg inn á grønlendska stjórnarleiðaran, Múte B. Egede.

Í svari til eitt uppslag frá milliarderinum og Donald Trump-stuðlinum Elon Musk stendur í falska profilinum fylgjandi, sum er ætlað Musk og USA:

– Fáið tykkara skitnu hendur av okkara landi. Grønland er frælst og verður framvegis frælst.

Grønlendska landsstýrið boðar tí frá, at profilurin er falskur.

- Tað er ein falskur profilur, sum ger seg inn á formannin í grønlendska landsstýrinum. Vinarliga síggið burtur frá uppslagnum, skrivar landsstýrið.

Komandi amerikanski forsetin, Donald Trump, vil hava amerikanskt ræði og ognarrætt í Grønlandi – eitt krav, sum Múte B. Egede - tann veruligi - avgjørt hevur vrakað.

- Vit vilja ikki vera amerikanarar, og vit vilja heldur ikki vera danir. - Vit vilja vera grønlendingar, segði hann fríggjakvøldið við amerikansku sjónvarpsrásina Fox News.

Samrøðan kom í lag eftir umrøðurnar í síðstu viku um Grønland og almennu útsagnirnar hjá Donald Trump um at innlima landið í okkurt slag av nýggjum norðuramerikanskum stati saman við USA og Kanada.

Trump vil gera Grønland "stórt aftur" - eitt orðaspæl við hansara slagorði um at gera Amerika stórt aftur.

Hann hevur eisini sagt, at letur Danmark ikki Grønland til USA, fer hann at seta revsitoll á danskar vørur.

Alt málið hevur elvt til eina stóra uttanríkispolitiska kreppu, har USA, Danmark og Grønland eru við.

Hósdagin kunnaði Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, uttanríkispolitisku nevndina í fólkatinginum um herdu støðuna. Hetta hendi dagin eftir, at hon hevði eina 45 minuttir langa samrøðu við Donald Trump í telefonini.

Komandi forsetin er eftir øllum at døma sera spentur at náa sínum ætlanum um at fáa valdið á Grønlandi, sum hann eisini ynskti sum forseti í 2019.

Mánadagin verður Donald Trump innsettur sum forseti í USA fyri aðru ferð.

 

/Ritzau/

 

Fox News hevði samrøðu við Múte B. Egede í gjárkvøldið, har hann boðaði frá, at grønlendingar vilja vera grønlendingar. Ein falskur profilur í hansara navni hevur sent ærumeiðandi boðskap móti USA. (Arkivmynd). - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix