Tað er Johan Groth Danielsen, sum átti - ella eigur - ringin, og sum nú hevur fingið hann aftur, eftir at hann hevur ligið í moldini á einum stykki við Sandagerð.
– Eg havi sitið og roknað út. Eg hevði hoyggjað eitt stykki niðri í Sandagerði, sum Kristoffur Joensen átti. Hann hevði ringt til mín og spurt, um eg hevði hug at hoyggja har, og tað hevði eg gjørt. Har má eg so hava mist ringin, sigur Johan G. Danielsen.
Síðan Johan G. Danielsen misti ringin í 1979, hevur hann hildið, at ringurin var vorðin burtur í Havnadali. Johan G. Danielsen hoyggjaði eisini í Havnadali um hetta mundið, og øll hesi árini helt Johan G. Danielsen, at tað mátti vera í Havnadali, at hann hevði mist ringin.
– Eg hoyggjaði eisini úti í Havnadali. Og eg minnist tað sum, at eg kom heim til konuna og segði, at eg hevði ryst upp í eitt turkilag, og eg hevði mist ringin har. Eg helt altso, at tað var í Havnadali, at eg hevði mist ringin. Tí haldi eg tað vera fantastiskt, at ringurin nú kemur aftur úr Sandagerði, sigur Johan G. Danielsen.
– Nú hevur Charles Olsen verið við einum metalldetektori inni á stykkinum, og har hevur hann funnið ringin eini 15 sentimetrar undir mold.
Funnin við metallfinnara
Charles Olsen fór fyri góðum tveimum mánaðum síðani undir nýtt ítriv, har hann fer út ymsastaðni í Føroyum við metallfinnara - tað, sum vanliga verður kallað ein metalldetektorur - fyri at vita, hvat liggur undir svørðinum ymsastaðni.
Farna leygardag var Charles Olsen í bønum við Sandagerð og leitaði við metallfinnaranum, tá metallfinnarin brádliga fer at ýla.
– Hugsa tær tað, at nú slær tað út á metalldetektorinum. Tú grevur eitt lítið hol og hyggur í bøkkin og hugsar: "Ná, ein gullproppur aftrat.", sigur Charles Olsen og sipar til ótalið av gomlum proppum til gulløl, ið liggja og rekast allastaðni í føroysku náttúruni.
– So tekur tú og skavar eitt sindur av, og tað vísir seg, at tað er blankt og gullitt. Tað er okkurt annað enn ein gullproppur, og tá verður tú ordiliga spentur. Hetta er sum at grava eftir gulli, kann eg siga tær, sigur Charles Olsen skemtingarsamt.
– Ringurin lá faktiskt eini 15 sentimetrar niðri í moldini, so eg varð noyddur at grava eitt hol, fyri at fáa hann upp, sigur Charles Olsen, sum gjørdist greiður yvir, at ivaleyst hevði ringurin ligið har leingi, eftirsum at hann lá so djúpt í moldini.
##med3##
Leitaði eftir eigaranum
Í ringinum var innskrift, ið segði "21-4-77 Tín Lisbeth" umfram "N.L.A." , og greitt varð beinanvegin, at talan var um ein giftingarring frá Niels. L. Arge.
– Eg mátti líka kanna á Tíðarrit fyri at vita, um eg kundi finna nakra kunning um ringin. Eg royndi eisini at seta meg í samband við Niels L. Arge fyri vita, um tey høvdu yvirlit yvir giftingarringarnar, sum vórðu seldir og graveraðir. Men eingin fekk hjálpt mær, og eg fann heldur einki sjálvur, so eg mátti út á Facebook at leita eftir eigaranum. Og har kom úrslit beinanvegin.
Charles Olsen legði mynd av ringinum út á Facebook bólkin "Mist og funnið", og tað tók ikki leingi, áðrenn verdóttir Johan G. og Lisbeth Danielsen kendist við ringin og kundi gera vart við, at hon visti, hvør átti hann.
##med2##
Fekk ringin aftur
Johan G. og Lisbeth Danielsen fóru tí týsdagin út til Jógvan Weihe, har Charles Olsen arbeiðir, og har fingu tey ringin aftur. Charles Olsen var samstundis eisini so mikið beinasamur, at hann fór við teimum báðum oman í Sandagerð og vísti teimum, júst hvar hann fann ringin.
Sum myndin prógvar, so passar ringurin enn, hóast 40 ár eru liðin, síðan hann seinast sat á lekifingurinum hjá Johan G. Danielsen.
– Ringurin passar enn, tað ger hann. Eg passi linjuna, skal eg siga tær, sigur Johan G. Danielsen.
Johan G. Danielsen keypti sær nýggjan giftingarring beinanvegin, eftir at hin ringurin hvarv. Tá spurdur, um hvørt hann nú skal ganga við nýggja ella upprunaliga ringinum, svarar Johan G. Danielsen, at tað mugu hann og konan finna útav, tí tað hava tey ikki tikið støðu til enn.
Nógv burturkast í moldini
Tað er eitt stuttligt ítriv at leita eftir metallutum í føroysku moldini, og nógv áhugavert fæst burturúr, ert tú tolin og heppin.
Charles Olsen hevur í tveir mánaðir fingist við at ganga í bøi og aðrastaðni við metallfinnara, og áhugin er voksin so mikið nógv, síðani hann byrjaði, at hann nú umhugsar at ogna sær ein betri metalfinnara.
– Metalldetektorurin finnur alt metall. Hann finnur gullproppar, silvurpappír, gamlar ølproppar, alt millum himmal og jørð. Alt í jørðini, sum er metall, sigur Charles Olsen.
– Eg finni nógv søguligt. Eg havi funnið nógvar myntir og nógv frá øðrum veraldarbardaga, men ikki nakað eldri enn tað enn.
– Tað kann vera spennandi, tá tað er okkurt at finna. Moldin í Føroyum er ikki so vinarlig móti metalli. Skalt tú finna nakað av týdningi, so skal tað helst ikki vera ov gamalt, og helst skal tað vera ædelmetall, tað vil siga silvur ella gull. Messing forferst eitt sindur, men heldur sær eitt sindur longri.
Finnur ølproppar allastaðni
Hóast nógv stuttligt at finna í moldini, so er eisini rættiliga nógv burturkast, og serliga eru tað gamlir proppar til ølfløskur, sum dálka.
– Tað eru gott nokk nógvir gullproppar í grasinum allastaðni í Føroyum. Fólk hava drukkið øl, og so hava tey bara tveitt propparnar frá sær, sigur Charles Olsen.
– Nógvastaðni kanst tú ikki fara við metalldetektori, tí har er so nógv silvurpappír í moldini, at tað forstýrar so nógv. Tað gevur útslag, sum um har er okkurt stuttligt, men tú finnur bara ein samanrullaðan klump av silvurpappíri ella ein gullpropp. Tað sært tú nógvastaðni.
Eisini er gamalt plastikkrusk, sum ikki verður niðurbrotið.
– Hesir trýkantaðu juicepakkarnir, sum tú fekst fyri 20 árum síðani, teir finnur tú enn. Proppar og alt tílíkt. Tað er, sum á sjónum. Tú sært bara grasið, men tú sært ikki tað, sum er undir. Tað verður burtur upp á handan mátan, tí grasið grør omanyvir.