Felagskonsert í Fríðrikskirkjuni

Leygardagin 27. apríl kl. 17.00 verður felagskonsert í Fríðrikskirkjuni við Kirkjukórinum í Fríðrikskirkjuni, Kristiliga Sangkórinum og Sandskórinum.

Susanne Brattaberg er kórleiðari hjá øllum trimum kórunum.

 

Eisini luttaka musikskúlanæmingar frá Nes Sóknar Musikkskúla, sum fara at spæla saman við kórinum og einsamalllir.

 

Føroysk og útlendsk løg verða framførd, m.a. eftir H. J. Højgaard, Knút Olsen og J. S. Bach.

 

Konsertin er partur av skránni hjá Várdøgum í Nes kommunu.